Alt, sum verður tær givið, kann verða tikið frá tær

Ummæli av: Hvør drap Bambi eftir Monika Fagerholm, Jákup í Skemmuni týddi. Skaldsøga, Sprotin 2121.

Illustrerar artikel

 

[Upprunaútgáva 2021-11-25 á kritiklabbet.se]

 

Tóra við Keldu viðger í sínum ummæli vanlukkuna, og hvussu hon kann fáa okkum at renna undan og fjala okkum fyri sannleikanum.

 

Í 2020 fekk Monika Fagerholm, ein av fremstu finsku rithøvundunum, Bókmentaprís Norðurlandaráðsins fyri nýggjastu skaldsøgu sína Hvør drap bambi?

 

Vit eru staðsett í villabýnum við Kaldavatn í september 2014. Men longu frá byrjan leiðir høvuðspersónurin, Gusti Grippe, okkum til eina hending, sum fór fram í februar í 2008. Ein vanlukka, har ólag kemur á alt, og tað fer í smildur. Med alla. Tað er ein grov hópneyðtøka í heiminum hjá vini Gusta, Nathan. Á niðastu hædd í marglætishúsum teirra í stásiliga forstaðnum verður ein ung kvinna, Sascha, illa viðfarin í tímar av fýra gerningsmonnum. Teir eru vinmenn, og Gusti er ein teirra.

 

Hóast teir fýra vinmenninir eru dreingirnirviðsilvurskeiðímunninum, gerst sannkenningin at enda, at alt, sum verður tær givið, kann verða tikið frá tær. Og tað verður tað.

 

Við tíðini gerst marglætishúsið við Kaldavatn til Hulduskipið, sum fer í órøkt. Saman við marglætishúsinum fara samstundis vinabond og parløg í knús. Alt, ið tey hava, verður tikið frá teimum, og knústu rútarnir og fløkta kjarrið uttan um húsið gerst ein pínandi minnisvarði – men ein minnisvarði yvir hvat?

 

Spurningurin er viðkomandi, tí torført er at seta orð á tað, sum eingin tosar um, og har tøgnin valdar. Neyðtøkuofrið noktar at siga løgregluni frá tí, sum hendi, eins og hon noktar, ella rithøvundurin noktar henni, at vera høvuðspersónur í skaldsøguni, har hon er sjálv er ofrið. Hópneyðtøkan verður kallað hendingin, tí fleiri vilja ikki kalla hana tað, hon í veruleikanum er. Orð verða vald eftir, hvønn týdning tey hava fyri persónarnar sjálvar, serliga foreldrini, og veruleikin verður heldur lýstur pent og milt enn erligt.

 

Hóast hópneyðtøkan er høvuðshendingin og vanlukkan í skaldsøguni, so fyllir sjálv hendingin lítið. Tað er heldur alt tað, sum vanlukkan skapar, sum rithøvundurin setir í miðdepilin. Saman við hendingum, ið vísa, hvussu lívið verður eftir vanlukkuna, og hvørjar avleiðingar hon fær fyri tey, ið beinleiðis ella óbeinleiðis eru partur av henni.

 

Skaldsøgan viðger tað fremmanda, tá ið persónar brádliga renna seg á okkurt fullkomiliga nýtt og ókent hjá einum, tey halda seg kenna til fulnar. Fleiri av persónunum kennast væl og hava kenst leingi, men tá ið umstøðurnar broytast, broytast sambondini og lívið við. Tann fremmandi í einstøku persónunum gerst sjónligur eins og hin fremmandi í persóninum sjálvum. Hetta skapar órógv og forvitni bæði hjá persónunum í skaldsøguni og hjá lesaranum.

 

Fagerholm setir hendingarnar bæði inn í eitt lokalt høpi, men sumar eisini út. Her sparir hon ikki við samfelagskritikki og nemir við samtíðina. Hetta er:

 

„Árið eftir at fíggjarmarknaðurin skrædnaði heystið 2008, og endin á bling, bling, bling.

Hendan láturliga kenslan av at „øll” einoghvøroghvørsumhelst kundi shoppa seg til: Hvat sum helst.

Luksus design og merkisvørur.

Tíðin við

smáum hundum í ov stórum handtaskum –

Ein hópur av porno í forstaðarkjallarum –

Alfonsar og pútudevlar –

Og so framvegis.”

 

Við brotinum omanfyri vísir Fagerholm á samfelagið, har tey vælbjargaðu sýnast kunna gjalda seg til tað, tey ynskja sær, og at gjalda seg frá tí óynskta.

 

Spurningurin, hvør drap bambi, sum er heitið á skaldsøguni, spøkir alsamt við kensluni av, at tað óseka verður dripið, allar fasadur verða skræddar burtur og við íblástri frá kápumyndini á bókini og afturljóðinum av punklagnum hjá The Sex Pistols, fer Bambi sakleyst leitandi longri inn í myrka og duldarfulla skógin, har náðin longu er deyð. Tí hóast Sacsha bað teir fýra ungu vinirnar um náði, var tað henni noktað.

 

Heitið síggja vit eisini aftur í filminum, sum tann uttanfyristandandi vinurin Cosmo ætlar at gera um neyðtøkuna og, sum vinur Grippe segði:

 

„Filmurin eitur… Hvør drap bambi?

Ein metaforisk orðing –

Tað fullkomna sakloysið –“

 

Í uppskoti til byrjanarleikmynd til filmin skoytar Nathan á ísinum, og Sascha tekur myndir. Tá ið myndin verður framkallað, stendur Gusti og flennir í kíki – í baksýni er Nathan á ísinum. Hetta er tann seinasta normala myndin. Hetta er kvøldið fyri vanlukkuna. Og tað er Nathan, sum hevur lokkað Gusta at bjóða Saschu við í veitslu. Hetta skapir seinni ein knút av ringari samvitsku og skuldarkenslu í Gusta.

 

Allar teir mongu lutirnar í skaldsøguni setir Fagerholm saman sum persónligar søgur um longsul eftir ómøguligum kærleika, vinirnir, ið svíkja, mammur, ið ikki geva sær tíð, fráverandi pápar, harðskap heima, og har øll vilja fjala útyvir tað, sum tó ikki letur seg fjala. Og at enda er kanska vert at spyrja, nær vanlukkan í veruleikanum byrjaði. Byrjaði hon longu, tá ið Gusti og Nathan sum smádreingir og vinmenn vuksu upp í Villabýnum?

 

Tónleikur skapir gjøgnum skaldsøguna hugløg. Við tilsipingum til tónleikanøvn og aðrar rithøvundar megnar Fagerholm at skapa eitt univers av mongum persónum, sum knýta persónlig bond so ella so, men har tó ongin er hetja. Gusti ynskir at vera hetja við at siga løgregluni frá, men eisini tað miseydnast, tí foreldur Nathan vilja gera tað gott aftur við at bjóða Saschu pening.

 

Millum onnur tónleikaløg nýtir Fagerholm lagið hjá Prince Sign O’ The Times.

 

„Nathan. Í kjallaraíbúð síni, ein heil fløta, í minsta lagi hundrað fermetrar, stór vindeygu frá gólvi til loft í vegginum, sum vendir út ímóti Kaldavatni, við svimjibrúgv eitt hanagleiv frá einu inngongdini hjá Nathani

– Nathans atriumhús: øll kjallaraíbúðin við baðstovu og jacuzzi.

Nathan dansar. Við afturlatnum eygum, einsamallur á einum ovurstórum gólvi, einari tómari, tómari flatu. Prince, Nathan elskar Prince, Being in a Band, Called the Disciples

Time. Time.”

 

Millum annað sipandi til tíðina og samfelagsskipanina, har materiell yvirflóð etur sinnini og endar við at drepa sakloysið.

 

Sigast kann, at Jákup í Skemmuni er komin væl frá týðingini, tó málið til tíðir tykist tungt. Skrivingarlagið í skaldsøguni er til tíðir eisini fløkt, tí brúkt verður skráskrift, klombur, gásareygu, ensk orð og enskar orðingar og skiftandi tónalag frá ymisku persónunum. Onkuntíð kennist hetta órógvandi, og til aðrar tíðir er neyðugt at lesa aftur fyri at skilja.

 

Men við serstaka stílinum fær rithøvundurin við persónunum og skifti í tíð bygt lag oman á lag, brot fyri brot, eina ymisliga, dapra og til tíðir óhugnaliga heildarmynd av øllum tí, sum hendir eftir hópneyðtøkuna, eins og hon eisini gjøgnum alla bókina vísir lesaranum á, hvussu lívið var, áðrenn alt fór í knús.

 

Tá ið alt kemur til alt, so hevur Monika Fagerholm við skaldsøguni Hvør drap bambi? enn einaferð víst, at bókmentir eru ein dýrgripur, sum kann leiða lesaran inn í ein heim, sum hann onkursvegna kennir seg aftur í, men samstundis eisini inn í onnur viðurskifti, sum eru púra fremmand, skakandi og sum á ein undrandi hátt gevur sinni og kenslum lív.

 

Veruleikin kann harvið tí eisini gerast veruligari fyri okkum sum lesarar, at alt, sum verður okkum givið, kann eftir eini løtu verða tikið frá okkum.

 

Tóra við Keldu