Eg skrivi

Ummæli av: Eg skrivi á vátt pappír eftir Lív Maria Róadóttir Jæger.  Poesi. Forlagið Eksil, 2020.

Illustrerar artikel

 

[Upprunaútgáva 2021-11-25 á kritiklabbet.se]

 

Tað er nærum ógjørligt at skriva á vátt pappír. Men hóast tað megnar Lív Maria Róadóttir Jæger at ala stórar søgur fram, heldur Marna Jacobsen í hesum ummælinum av “Eg skrivi á vátt pappír” eftir føroyska yrkjaran.

 

Mær dámar so væl at lesa yrkingar, mær dámar ikki allar yrkjarar, men teir, mær dámar, lesi eg umaftur og umaftur, og eg leiti alla tíðina eftir nýggjum røddum úr øllum londum. Eg fari nú  at ummæla eitt av hesum yrkingasøvnunum, sum hevur hugtikið meg, av tí at høvundurin við savninu megnar at siga so ómetaliga nógv við so fáum orðum.

 

Lív Maria Róadóttir Jæger er ein av okkara mongu ungu kvinnuligu yrkjarum, sum hava tikið tráðin upp frá Guðrið Helmsdal, sum gavst alt ov tíðliga at yrkja, men sum kortini megnaði at fáa skapt eina øðrvísi mynd av at yrkja og at yrkja við kvinnuligum sjónarhorni. lív maria Róadóttir Jæger heilsar eisini Guðrið Helmsdal í yrkingini Fenomenologi 1.7 Tekstur til Helmsdal Tekstur til Duras:

 

tú hittir títt andlit

ein rákaldan morgun skrivar Guðrið Helmsdal

og andlitið er oyðilagt skrivar Marguerite Duras

 

Hendan samantvinningin av teimum báðum, Guðrið og Marguerite, er so befríandi. Hon setir ta føroysku og fronsku listakvinnuna síð um síð, tí at hon fær líka nógv frá báðum, tí tær kanska hava eina felags referansurammu, hóast munur er á bæði tíð og stað og víðagitni.

 

Savnið er býtt upp í átta partar. Lummabók, 12 myndir, Tað finst ongin ilt, 9 atferðir, Tannár, Tann skrivandi er ein onnur, 15 fenomenologiir, Lívið er apokalyptiskt Brøvini.

 

Fenomenologiirnar eru yrking og prosapetti sett saman og Brøvini eru meira prosapetti enn yrkingar, poetisk prosapetti.

 

Lív Maria hevur givið tvey søvn út frammanundan: Yrkingaplátuna, Mítt navn við hondskrift (2014) og Hvít sól (2015). Hetta heitið: Eg skrivi á vátt pappír, er fyri mær ein konstatering av, at hon noyðist at skriva, sjálvt um pappírið er vátt. Tað verður endurtikið upp í saman, upp í saman, sum eitt mantra: eg skrivi, eg skrivi, eg skrivi  …

 

Perman, sum Lasse Thorning Jæger hevur gjørt, er genial, tí hon sera væl undirstrikar heitið á yrkingasavninum. Tað er nevniliga torført at síggja og lesa tekstin, sum vitiligt er, tá tú skrivar á vátt pappír. Eg havi eisini eina kenslu av at fyrsta orðið Eg, sum stendur einsamalt ovast á permuni, ikki stendur har av tilvild.

 

Hvussu kanst tú skriva á vátt pappír? Eg meini so við pappír fært tú alla staðni, men kanska er tað hetta at skriva, at tú mást skriva, at tú skrivar alla tíðina. Eg fái alla tíðina hesa myndina av onkrum, sum onki hevur at skriva á, men sum bara finnur okkurt at skriva á, tí tað er so alneyðugt at skriva alt niður.

 

Yrkjarin greiðir mær betur frá hesum at skriva á vátt pappír seinni í savninum, tí sjálvandi er hetta ein andsøgn í sjálvum sær, eitt kuriosum, okkurt, sum ikki letur seg gera. Fyrsti teksturin í teimum 15 Fenomenologiunum er Tekstur til vátt pappír:

 

ein djúsut appilsin, mín angist

(mín angist mín angist mín angist mín angist)

ein etjandi strála í eygað

tá eg flysi hana

leðurkend

eg skrivi á skýleysa ró

eg skrivi á brandgult ljóð

 

Tá ið eg lesi hetta, so má eg seta meg upp, og eg hugsi: ”harrragud, hatta situr væl.” Handan myndin av appilsinini, tann djúsuta strálan í eygað, uppafturtøkan um angistina, rímið í ró og ljóð. Eg eri seld, og tað eri eg, sjálvt um eg kanska framvegis ikki heilt skilji, hví hon skrivar á vátt pappír.

 

Um eg skal taka samanum tað, eg havi lisið, so er hetta savnið ein heilsan til teirra, sum yrkjarin er takksom fyri at hava kent og kennir. Ommuna, sum verður lýst frá ungdómsárum og til deyða. Hon byrjar við at yrkja um ommuna:

 

hon er okkara søta forkunnuga

saftig reyðgul

hon er ferska

søt og kleprut

 

Og aftur siti eg og stari, tí hvør kennir ikki hesar bleytu, søtu ommurnar? Men omman er ikki bara tað, hon er eisini ung og hevur upplivað okkurt, sum fer at merkja hana restina av lívinum, tí tíðin grøðir ikki øll sár, sum abbin sigur. Ikki tey kronisku, sigur omman:

 

áin stór

upp undir jól

 

og har gjums! dettur barnið útí

áarrokið skrykkir gummistivlan av fótinum

bara tann eina

 

sum ger at:

 

omma in absentia siga tey vaksnu

 

INNAPPSENTJA

altíð um jóltíðir

 

Omman hevur nógv at siga fyri yrkjaran, hon arvar yndisbókina frá ommuni, men yrkjarin fær annað burtur úr bókini, enn omman hevur fingið:

 

tað er eitt slag av harðskapi at drepa ein hval

og at lesa Heðin Brú

tað er tað bara

hví?

 

 

Lív Maria hevur skipað sína poesi soleiðis, at tað nærum er sum at lesa listar yvir tað, tú skalt minnast. Tað tykist mær sum, at onkursvegna gongur so nógv fyri seg í yrkjaraegnum, alt tað yrkjaraegið stríðist við, at hon hevur fyri neyðuni at skipa tankameldurin við at talmerkja teir, halda teimum frá hvørjum øðrum, fáa skil á teimum, næstan sum at skera teir sundur fyri at granska teir, áðrenn teir verða settir saman aftur.

 

Sambandið millum yrkjaraegið og ommuna er, sum um tær eru á hvør sínari gongustjørnu. Í seinasta parti, Brøvini sigur yrkjarin:

 

Góða Omma

Lívið er apokalyptiskt. hvør einasti dagur er endin. Soleiðis følist tað: Eg havi mist mínar sannleikar á havbotninum …

 

og omman svarar:

 

Góða Lív

Tað er líkasum, sólin skínur hvørja ferð, tú ert her. Her er eitt sindur tú kanst keypa tær okkurt fyri.

Omma

 

Eg skrivi á vátt pappír fekk virðisløn M. A. Jacobsens í 2020 og hevur verið í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021. Savnið er eisini komið út á donskum á forlagnum Batzer, tíverri við keðiligari permu.

 

Í grundini átti hetta ummælið at havt yvirskriftina Eg skrivi- vit skriva. Taí tað er, sum at yrkjarin ikki bara samanflættar Guðrið og Marguerite, men eisini seg sjálva millum øll hini, tey listafólkini hon er vaksin upp við sum barn og tannáringur og tey, hon hittir í bókum víðari út í heim á ferð gjøgnum lívið. Í støðum kann hetta tykjast ov nógv namedropping, men hinvegin eisini ein háttur at skriva seg sjálva inn í listaheimin saman við øllum hinum.

 

Tað er strævið at viðurkenna seg sjálva, tað er strævið at skriva, sjálvt um tú kanst skriva á turt pappír, vátt pappír, violett pappír, hart pappír, lívleyst pappír, á telefonina og ljósareyðan himmal.

 

Tá eg leggi bókina frá mær, hugsi eg, at hon hugtók meg, tí at hon megnar at fortelja stórar søgur um lagnur, sambond millum menniskju og sálarkvøl, samstundis sum hon setir seg sjálva og tað altavgerandi trongdina at skriva í miðdepilin.

 

Marna Jacobsen