Sum eitt putlispæl, ið spakuliga tekur skap
Ummæli av: Hvør drap Bambi eftir Monika Fagerholm. Jákup í Skemmuni týddi. Skaldsøga, Sprotin 2021.
[Originalpublicerad 2021-11-25 på kritiklabbet.se]
Skaldsøgan “Hvør drap bambi?” kann við sínum serstaka og eksperimenterandi skrivihátti lýsast sum ein kanningarferð ella eitt putlispæl av sundurpettaðum lagnubrotum, heldur Lív Mikkelsen, sum í hesum ummæli savnar saman nøkur av týðandi pettunum í skaldsøguni fyri at skapa eina heildarmynd.
Óndskapur, harðskapur, misnýtsla
Kærleiki, sakloysi, tilknýti
Sundurpettað minni, ruðuleikakendir tankastreymar, ófullkomnir samleikar
Brotsverk, revsing, sálarlíðing
Materialisma, sosialisma, kapitalisma
Feminisma, kynsfatanir, kvinnukúgan
Samfelagsrevsing, mannamurukanning, lívsáskoðan
Forvitin, ørkymlað?
Tað var eg, tá eg las skaldsøguna “Hvør drap Bambi” eftir Moniku Fagerholm, sum vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2020.
Bókin kann best lýsast sum eitt sundurpettað putlispæl av lagnubrotum ella sum ein fløkjustampur av minnum, sum eru so vavd saman og fløkt, at tað tekur drúgva tíð hjá lesaranum at greiða línuna. Tað er ikki fyrr enn seinasta síðan er vend og bókin latin aftur, at línan liggur so bein, at húkar við meining og svarum kunnu krøkjast á so við og við.
Skaldsøgan viðger nógv og filosofisk evni, og hon ger tað á ein heilt serstakan, ótraditionellan og ørkymlandi hátt, so mann sum lesari kennir seg drigna runt í eini karrusell, har ein ikki klárar at síggja kláru og fullu myndina, fyrr enn karrusellin er steðgað.
Lopið verður í tíð og stað og millum persónar og sjónarhorn. Setningarnir eru óvanliga langir, ofta einar 5-6 reglur og tí torskildir. Sumt stendur í klombrum, í gásareygum ella við skákskrift. Okkurt verður sagt beinleiðis, men vísir seg at vera eitt minni.
Hetta ørkymlar í byrjanini, og fyri summi gerst tað helst ov nógv. Men góðtekur lesarin, at leiðin við lesitokinum verður kringlut og øðrvísi, so er eksperimenterandi skrivihátturin eisini tað mest geniala og bergtakandi við bókini, og tað, sum serliga stendur eftir.
Tí skrivisniðið undirbyggir sinnisstøðuna og leitanina hjá persónunum í bókini. Ein leitan eftir svarum upp á spurningar sum: hvat fær fólk at fremja ræðuligar gerðir, og hvat er tað, sum myndar eitt menniskja?
Skrivihátturin og kanningarferðin dregur eisini lesaran runt, aftur og fram, upp og niður, og tað hevur við sær, at lesarin gerst nærum eins forvirraður og ráðaleysur og persónarnir í bókini. Skaldsligi karruselltúrurin gevur tí lesaranum eina nærum kropsliga uppliving av at vera í ørviti og harvið eina ítøkiliga samkenslu við persónarnar í bókini.
Men hvat snýr bókin seg so um, hvør er søgugongdin?
Stóri snúningsdepilin í bókini, tað, sum fær alt á glið, og sum elvir til sálarkvalir og stórar spurningar, er ein hópneyðtøka, sum verður framd av fýra ungum monnum.
Brotsmenninir og ofrið eru floksfelagar og úr góðum heimum í einum svenskum býarparti fyri múgvandi, ið kveikir hugasambond til eitt nú Hellerup norðan fyri Keypmannahavn.
Neyðtøkan fer fram í kamarinum hjá Nathan, ein av brotsmonnunum, hvørs kamar er í kjallaranum í glæsiligu borgini hjá foreldrum hansara. Skamferðin hendir, meðan veitsla er uppi á, og tónleikurin dukar hart við djúpum bassi.
Hóast sjónarhornini skifta millum persónar, tykist Gusti Grippe at hava høvuðsleiklutin. Hann er vinur Nathans. Ikki undangongumaður, illur og óreinur av lyndi, eins og Nathan, men Gusti endar hóast alt við at gera seg inn á gentuna, Sachu. Hann er tó samstundis tann, sum meldar neyðtøkuna, og bókin snýr seg serliga um hansara sálarkvalir og leitan eftir svarum og meining nógv ár eftir hendingina. Ein hending, sum broytir lagnu og lívið hjá honum og teimum flestu rundanum.
Mamma Gusti, operasangarinnan Angela Grippe, ferðast nógv, og tí er sonurin ofta einsamallur. Hóast Angela er fitt og góð við Gusti, hevur móðurliga fráveran við sær, at hann eitt tíðarbil flytur inn til Nathan, og á ein heldur ósunnan hátt knýtir seg til mammu Nathans.
Mamma Nathan, búskaparfrøðingurin Annelisa, er uppvaksin á einum heimi fyri foreldraleys – sama heim, har Sasha, neyðtøkuofrið, sleit sínar barnaskógvar. Annelisa hevur tó megnað at brotið sosiala arvin og arbeitt seg upp til eitt gott starv og eina góða støðu sum durkdrivin karrierukvinna, sum ideologiskt, trongskygd sympatiserar við kapitalismuna. Familjurnar hamur sær sostatt væl út. Men skar eru í glantrileikinum, tí pápi Nathan er harðligur sálarliga, og tey bæði liva í einum kærleiksleysum hjúnarbandi. Tragedian gerst fullkomin, tá sonurin Nathan endar sum grovur neyðtøkumaður.
Tær báðar mammurnar hava ein týðandi leiklut í søguni við tað, at tær gera alt fyri at minka um skaðan á umdømið hjá familjunum eftir hópneyðtøkuna. Tær gera hetta upp á ein máta, sum undirstrikar teirra ymsu persónligheitir og trupulleikar. Angela, mamma Gusti, operasangarinnan, fordømir gerðina, men brúkar rættarmálið sum enn ein pall at trína fram á og rúnarbinda áhoyrararnar við sínum talum. Men eftir rættarmálið rýmir hon aftur til útlandið, og Gusti Gribbe er tískil einsamallur, tá hann verður fríkendur.
Mamma Nathan, Annelisa, ger hinvegin alt fyri at lítisgera og skava út yvir brotsgerðina. Sum hon sigur: ”Nú blaða vit um, og ein fagran dag hava vit blaðað so mangar síður um, at einki av hesum hevur nakrantíð borist við”.
Ódámliga framferðin hjá Annelisu fær fólk at missa virðingina fyri hana, og barnaheimsgentan, sum kann sigast at hava selt sál sína til materialismuna, endar við at missa samleika sín og standa eftir við ongum.
Harumframt hava vinkonurnar Emma og Saga-Lil ein lutfalsliga stóran leiklut í bókini. Tær hjálpa millum annað at lýsa kynsligu sambondini millum persónarnar, skeiklaðu kynsfatanina og manglandi virðingina fyri kvinnum. Eisini varpa tragisku lagnur teirra ljós á sentralar spurningar sum: hvat kann ríkidømi gera við menniskju, og hvat hendir, um ein missur alt uttan at kenna sítt egna innara virði.
Júst manglandi virðingin fyri kvinnum og kvinnuhatur er eitt sentralt evni í bókini. Tí allir menninir elta kvinnurnar, tá teir hava tørv á teimum. Men tá lívið snarar ein óvæntaðan veg, ella tá kvinnurnar ikki eru áhugaverdar meira, so svíkja menninir tær. Við hesum vil høvundurin helst vísa á undirliggjandi, fjaldar og kúgandi strukturar í okkara samfelag, sum skeikla kærleikssambond og samlív, serliga hjá kvinnum. Eitt kvinnusýn sum eisini gongur í arv t.d. millum Nathan og pápa hansara.
Sum heild verða persónarnir og samleikar teirra ikki lýstir neyvt, og tað er tilvitað. Tí talan er ikki um heilstoypt menniskju, men um hálvar ella skeiklaðar samleikar skaddir av hendingini, men eisini av duldum samfelagsstrukturum.
Leitanin hjá persónunum fekk meg ofta at hugsa um orðini hjá heimspekinginum Søren Kierkegaard um at «Livet leves forlæns, men forstås baglæns». Men eisini knýtti eg støðugt hugasambond til ein av heimsins størstu rithøvundum; Fjodor Dostojevskij.
Fløkta rannsóknarferðin og evnini í «Hvør drap Bambi» minnir nógv um sjálvsrannsóknanina hjá studentinum Raskolnikov í skaldsøguni eftir Dostojevskij «Brotsgerð og revsing». Raskolnikov fremur, eins og eitt nú Gusti Gruppe, eina ræðuliga brotsgerð; tekur lívið av kvinnuliga pantifútanum og má stríðast við sálarkvalir og skuldarkenslur hareftir. Innaru samrøður hansara um evni og spurningar sum brotsgerðir, revsing og skuld, um menniskjans óndskap og næstakærleika, um kapitalismu mótvegis sosialismu, líkist nógv spurningunum, ið verða viðgjørdir í skaldsøguni «Hvør drap Bambi».
Hvør drap Bambi er hegnisliga umsett av Jákupi í Skemmuni, og hóast uppgávan helst ikki hevur verið løtt, er umsetingin væl úr hondum greidd, og málið vanligt og lætt at lesa. Eins og eitt av stóru evnunum í bókini er samleiki, so hevur tað nógv at siga fyri samleikan hjá okkum føroyingum, at slíkar skaldsøgur kunnu lesast á føroyskum.
Eg kundi greinað skaldsøguna neyvari, men sum eg havi víst á, er talan um eina skaldsøgu, sum skal upplivast. Tí sjálvur skrivihátturin gevur eina kropsliga kenslu, sum undirbyggir evnini og trupulleikarnar, ið bókin viðger. Setur lesarin sær sjálvum stóru spurningarnar, sum bókin kastar upp í luftina, um eitt nú; hvat myndar meg sum menniskja, so gerast greiningarmøguleikarnir endaleysir.
Mongu greiningarmøguleikarnir eru eisini galdandi fyri stóra spurningin, sum liggur í heitinum: «Hvør drap bambi». Tí fyrst má lesarin seta sær spurningin; «hvør er bambi»? Og síðani; hvør er drápsmaðurin? Svarið er ikki heilt einfalt, og á tann hátt lýsir og umboðar heitið á skaldsøguni væl bókina.
At skaldsøgan kann kennast sum ein fløkjustampur, kann kanska ræða onkran lesara. Men tað eru júst mongu og fløktu lagnulínurnar, stóru lívsspurningarnir og eksperimenterandi skrivihátturin, sum gera skaldsøguna serstaka og bergtakandi.
Uppgávan hjá hvørjum einstøkum lesara er so at fáa skil á fløkjuna og at gera línuna brúkiliga til sítt egna endamál.
Pettini til lagnuputlispælið verða løgd á borðið í bókini, men lesarin má sjálvur savna tey og spakuliga skapa eina heildarmynd.
Lív Mikkelsen